Loysnir

Vakmyndatól

 

Ynskir tú at betra um trygdina og effektivitetin á tíni fyritøku, eru vakmyndatól eitt hent amboð. Tínir fyrimunir við at velja vakmyndatól eru, millum annað:  


- Fyribyrging móti stuldri, herverki og øðrum óynsktum hendingum
- Tryggari starvsfólk
- Meira álit við minni svinn
- Skjalprógvan av hvat veruliga hendi, um innbrot ella annað óheppið er farið fram.

Tá vit seta vakmyndatól upp, eiga serlig merki at vera sett upp á bygningin, ið boða frá vakmyndatólunum. Hetta, síggja vit, hevur stóran fyribyrgjandi virkna. 

Tú hevur møguleika fyri at logga teg á telduna og fatelefonina og síggja beinleiðis myndir frá tínum vakmyndatólum

Tann skipanin, ið vit umboða, er sera framkomin, bæði tá tað snýr seg um dygd, trygd og myndagóðsku.

 

Ver vælkomin at seta teg í samband við okkum til eitt óbindandi prát um tín tørv

á telefon 89 88 88

Antivirus
 

Tað verður ofta nógv diskuterað, um antivirus er neyðugt, ella ikki.

Nýggjastu stýriskipanirnar, sum vit nýta í dag (OS 10.15, Windows 10, Windows Server 2012 og aðrar), koma allar við innbygdum tryggarskipanum. Hesar eru oftast nokk, og tørvurin á antivirus er ikki tann sami í dag, sum í gomlum døgum - kann ein freistast at hugsa.

 

Verðuleikin er tó tann, at teldan altíð skal verða dagførd, um mann skal nýta innbygdu trygdarskipanirnar. Og vit hava ongantíð brúkt netið, og øll tey markamót sum eru á netinum, so nógv sum í dag.

 

F-Secure er meira enn bara eitt antivirus. Við F-Secure sleppa vit inn at dagføra teldurnar ígjøgnum internetið, uttan at brúkarin merkir hetta. Vit kunnu fáa rapport, um brúkarin er settur í vanda, og vit fáa loyst flestu trupulleikarnar, uttan at koma út til kundan.

 

Ver vælkomin at seta teg í samband við okkum til eitt óbindandi prát um tín tørv á telefon 89 88 88

 

Projectstýring


Við okkara framleiðslustýring kanst tú neyvt stýra framleiðsluni, og tryggja at starvsfólk og framleiðslutólini verða brúkt optimalt.

 

Við Projectstýringini kanst tú neyvt stýra virkisgongdini.

Projectstýringin er framleidd í tøttum samstarvi við okkara kundar, fyri at laga hana til tørvin hjá tí einstaka kundanum. 
Saman við Stempulskipanini (ProLogIn), kanst tú bæði stýra tíma- og vørunýtslu. Tá arbeiðini eru liðug kunnu tey heintast beinleiðis yvir á ein faktura, sum síðani kann rættast til, so ikki er neyðugt longur manuelt at gera fakturarnar. Av tí sama ber eisini til beinleiðis at samanbera brúktar og faktureraðar tímar.
Skipanin inniheldur eisini eina fjøltáttaða vørustýring, sum neyvt vísir tey ymisku viðurskiftini, sum er galdandi fyri hvørja einkulta vøru.
Eisini inniheldur skipanin eitt kassamodul, um kundin skal gjalda kontant fyri arbeiðini.

 

Við lønarmodulinum  ber til at flyta allar stemplingar beinleiðis til ein lønarseðil. Rættivindeyga er til stemplingarnar, soleiðis at til ber at rætta og gøgnumhyggja allar stemplingar, áðrenn lønirnar verða útroknaðar. Øll gjøld til fakfeløg og ALS verða útroknaði sjálvvirkandi og kunnu heintast inn í netbankan. Lønarlistin kann sjálvandi eisini heintast beinleiðis inn í netbankan. Við lønarskipanini ber til neyvt at roknað út lønarkostnaðin fyri hvønn dag t.d. á einum projekti, eisini áðrenn lønirnar eru gjørdar.

  • Projectstýring (Tíma/Sakstýring)

    • Project

    • Rokningsarbeiðir

    • Innanhýsis arbeiðir

  • Debitor

    •  Kundakartotek

    • Fakturar

    •  Søluordrar

    •  Fastar søluordrar (abbonoment) 

  • Kreditor

    • Kreditorkartotek

    • Innkeypsordrar

    • Elektroniskar prísuppdateringar

    • Elektronisk uppdatering av tilboðum frá leverandørum 

  • Goymlsa

    • Vørukartotek

    • Vørubólkar

    • Tilboð/Kampanjur 

  • Kassamodul 

  • Ymiskar rapportir eftir ynski  

  • Lønarmodul

    • Tímaseðil

    • Lønarlisti til netbankan

    • Skráseta fráveru

    • Lønarsáttmálar

    • Starvsavtalur

    • Sjálvvirkandi útrokning av løn við heilidøgum

    • Rættivindeyga til stemplingar

    • Fakfeløg: Sjálvvirkandi útrokning av fakfelags gjøldum

    • ALS/ Fiskavirkingsskipan

 

Snarskivan

 

Fjølbroytt kassaskipan vælegnað til føroysk viðurskifti, og saman við projectstýringini kann hon nýtast til flest allar vinnur.


Skipanin er góðkend av PBS til at koyra saman við integreraðum FR-terminalum.

 

Við teimum drúgvu royndunum vit hava innan POS skipanir (kassaskipanir), hava vit valt at menna okkara egnu skipan.
Vit hava í nøkur ár nýtt útlendskar skipanir. Tær flestu fungera fínt, men tað hevur víst seg at um onkur kundi hevur onkran serligan tørv, er tað sera tungt og leingi at fáa útlendsku fyritøkurnar at tillaga skipanina.

Tí hava vit vælt at menna okkara egnu skipan, sum byggir á tær royndir vit hava fingið frá teimum útlendsku skipanunum, og samskiftinum vit hava havt við okkara egnu kundar. Snarskivan er tí ment serliga til tørvin hjá føroyskum fyritøkum.

 

Sundurgreining

  • Skanning av vøru

  • Upprætta PLU nr.

  • Linjuavsláttur

  • Bonavsláttur

  • Kredit/konto søla

  • Inngjald/útgjald

  • Returvøra

  • Møguleiki fyri fleiri prísbólkum

  • Mixrabattir/avsláttur á útvaldum vørum

  • Fleiri gjaldssløg pr. avgreiðslu t.d um kundin ynskir at gjalda bæði við FR-korti og kontant.

  • Gávukort: Tað framgongur av kassarapportini hvussu nógv gávukort eru móttikin ella seld.

  • Lokalur databasi - kassin kann koyra heilt sjálvstøðugt. Kassin verður tí ikki ávirkaður um servarin verður sløktur.

  • Vøruteljing: Kassin kann nýtast til vøruteljing har øll vøran verður skanna ígøgnum kassan á sama hátt sum vanlig søla. Síðani kann ein samla uppteljingarrapport skrivast út úr Projectstyringini.

 

Backup

 

Vit hava góða og bíliga backup loysn til tín.

Cloud Berry Backup loysn, er ein góð loysn har vit fáa fylgt upp uppá at títt backup altíð koyrur sum tað skal. 

Skuldi óhappi verið úti, so er møguleiki at fáa tey data sum vóru í skynum niður aftur á telduna/servarin.

Prologin stempulskipan

 

Saman við projectstýringini fært tú eina fullfíggjaða tíma og sakstýring.

Við Prologin ber til at fáa eitt greitt yvirlit yvir nær arbeiðsfólkið kemur til arbeiðis og nær tey fara heim.

Stemplast kann inn á ávís arbeiði. T.d á einum verkstaði kann starvsfóki stempla inn á eitt rokningsarbeiði tá byrja verður uppá umvælingina, og síðan stempla útaftur, ella skifta til eitt annað arbeiði, tá umvælingin er liðug.

Nøkur hugs dømi:
Stemupulskipan har fólk stempla inn um morgunin tá tey koma, og stempla út um kvøldi tá tey fara, umframt kanska eisini til døgurða/kaffi-steðg.
Stemplast kann inn á ávís arbeiði. T.d á einum verkstaði kann starvsfóki stempla inn á eitt rokningsarbeiði tá byrja verður uppá umvælingina, og síðan stempla útaftur, ella skifta til eitt annað arbeiði, tá umvælingin er liðug.
Um arbeitt verður við tilboðum, kunnu tey upprættast í projectstýringini við høvuðsbólkum og undirbólkum. Síðani kunnu starvsfólkini stempla inn á ávísar bólkar. T.d um vit hugsa okkum húsasmíð, kann deilast upp ímillum útgrevstur, stoyping og smíð v.m. Starvsfólkini stempla so inn á teir ávísu bólkarnar, so til ber at síggja hvat teir einkultu bólkarnir kosta í brúktum arbeiðstímum.
Brúktir lutir kunnu skrásetast til hvørt einstakt arbeiði.

Image Module