Antivirus
Tað verður ofta nógv diskuterað, um antivirus er neyðugt, ella ikki.
Nýggjastu stýriskipanirnar, sum vit nýta í dag (OS 10.15, Windows 10, Windows Server 2012 og aðrar), koma allar við innbygdum tryggarskipanum. Hesar eru oftast nokk, og tørvurin á antivirus er ikki tann sami í dag, sum í gomlum døgum - kann ein freistast at hugsa.
Verðuleikin er tó tann, at tann innbygda trygdin ikki hevur allar tær funktióninar sum eitt Antivirus/ Antimaleware program hevur. Ein tann størsti ótryggleikin nú á døgum, er at Windows og forrit sum eru á telduni, ikki eru dagførd, og ger hetta at tað er nemt hjá teldusnýkum at finna holir í trygdini, og fáa atgongd at oyleggja telduna ella forrit/databasar sum tú brúkar. Tí ynskja vit at tú velur F-Secure, soleiðis at tú kannst ferðast á netinum trygt, tí vit hava ongantíð brúkt netið, og øll tey markamót sum eru á netinum, so nógv sum í dag.
F-Secure er meira enn bara eitt antivirus. Við F-Secure sleppa vit inn at dagføra teldurnar ígjøgnum internetið, uttan at brúkarin merkir hetta. Vit kunnu fáa rapport, um brúkarin er settur í vanda, og vit fáa loyst flestu trupulleikarnar, uttan at koma út til kundan.
Vit hava certificera okkum hjá F-Secure, og umboða F-Secure í Føroyum.
Ver vælkomin at seta teg í samband við okkum til eitt óbindandi prát um tín tørv á telefon 89 88 88
F-Secure hevur fyngi sera góð ummælið frá millum annað AV-TEST , sum er ein felagskapur sum hyggur at antivirus forritum, og viðgerð tey.
Ummælini kunnu millum annað lesast á:
(PSB Computer Protection)
https://www.av-test.org/en/antivirus/home-windows/windows-10/april-2020/f-secure-safe-17-201609/