Antivirus
 

Tað verður ofta nógv diskuterað, um antivirus er neyðugt, ella ikki.

Nýggjastu stýriskipanirnar, sum vit nýta í dag (OS 10.15, Windows 10, Windows Server 2012 og aðrar), koma allar við innbygdum tryggarskipanum. Hesar eru oftast nokk, og tørvurin á antivirus er ikki tann sami í dag, sum í gomlum døgum - kann ein freistast at hugsa.

 

Verðuleikin er tó tann, at teldan altíð skal verða dagførd, um mann skal nýta innbygdu trygdarskipanirnar. Og vit hava ongantíð brúkt netið, og øll tey markamót sum eru á netinum, so nógv sum í dag.

 

F-Secure er meira enn bara eitt antivirus. Við F-Secure sleppa vit inn at dagføra teldurnar ígjøgnum internetið, uttan at brúkarin merkir hetta. Vit kunnu fáa rapport, um brúkarin er settur í vanda, og vit fáa loyst flestu trupulleikarnar, uttan at koma út til kundan.

 

Ver vælkomin at seta teg í samband við okkum til eitt óbindandi prát um tín tørv á telefon 89 88 88

 

Image Module