Projectstýring


Við okkara framleiðslustýring kanst tú neyvt stýra framleiðsluni, og tryggja at starvsfólk og framleiðslutólini verða brúkt optimalt.

 

Við Projectstýringini kanst tú neyvt stýra virkisgongdini.

Projectstýringin er framleidd í tøttum samstarvi við okkara kundar, fyri at laga hana til tørvin hjá tí einstaka kundanum. 
Saman við Stempulskipanini (ProLogIn), kanst tú bæði stýra tíma- og vørunýtslu. Tá arbeiðini eru liðug kunnu tey heintast beinleiðis yvir á ein faktura, sum síðani kann rættast til, so ikki er neyðugt longur manuelt at gera fakturarnar. Av tí sama ber eisini til beinleiðis at samanbera brúktar og faktureraðar tímar.
Skipanin inniheldur eisini eina fjøltáttaða vørustýring, sum neyvt vísir tey ymisku viðurskiftini, sum er galdandi fyri hvørja einkulta vøru.
Eisini inniheldur skipanin eitt kassamodul, um kundin skal gjalda kontant fyri arbeiðini.

 

Við lønarmodulinum  ber til at flyta allar stemplingar beinleiðis til ein lønarseðil. Rættivindeyga er til stemplingarnar, soleiðis at til ber at rætta og gøgnumhyggja allar stemplingar, áðrenn lønirnar verða útroknaðar. Øll gjøld til fakfeløg og ALS verða útroknaði sjálvvirkandi og kunnu heintast inn í netbankan. Lønarlistin kann sjálvandi eisini heintast beinleiðis inn í netbankan. Við lønarskipanini ber til neyvt at roknað út lønarkostnaðin fyri hvønn dag t.d. á einum projekti, eisini áðrenn lønirnar eru gjørdar.

  • Projectstýring (Tíma/Sakstýring)

    • Project

    • Rokningsarbeiðir

    • Innanhýsis arbeiðir

  • Debitor

    •  Kundakartotek

    • Fakturar

    •  Søluordrar

    •  Fastar søluordrar (abbonoment) 

  • Kreditor

    • Kreditorkartotek

    • Innkeypsordrar

    • Elektroniskar prísuppdateringar

    • Elektronisk uppdatering av tilboðum frá leverandørum 

  • Goymlsa

    • Vørukartotek

    • Vørubólkar

    • Tilboð/Kampanjur 

  • Kassamodul 

  • Ymiskar rapportir eftir ynski  

  • Lønarmodul

    • Tímaseðil

    • Lønarlisti til netbankan

    • Skráseta fráveru

    • Lønarsáttmálar

    • Starvsavtalur

    • Sjálvvirkandi útrokning av løn við heilidøgum

    • Rættivindeyga til stemplingar

    • Fakfeløg: Sjálvvirkandi útrokning av fakfelags gjøldum

    • ALS/ Fiskavirkingsskipan

 

Image Module