Snarskivan

 

Fjølbroytt kassaskipan vælegnað til føroysk viðurskifti, og saman við projectstýringini kann hon nýtast til flest allar vinnur.


Skipanin er góðkend av PBS til at koyra saman við integreraðum FR-terminalum.

 

Við teimum drúgvu royndunum vit hava innan POS skipanir (kassaskipanir), hava vit valt at menna okkara egnu skipan.
Vit hava í nøkur ár nýtt útlendskar skipanir. Tær flestu fungera fínt, men tað hevur víst seg at um onkur kundi hevur onkran serligan tørv, er tað sera tungt og leingi at fáa útlendsku fyritøkurnar at tillaga skipanina.

Tí hava vit vælt at menna okkara egnu skipan, sum byggir á tær royndir vit hava fingið frá teimum útlendsku skipanunum, og samskiftinum vit hava havt við okkara egnu kundar. Snarskivan er tí ment serliga til tørvin hjá føroyskum fyritøkum.

 

Sundurgreining

  • Skanning av vøru

  • Upprætta PLU nr.

  • Linjuavsláttur

  • Bonavsláttur

  • Kredit/konto søla

  • Inngjald/útgjald

  • Returvøra

  • Møguleiki fyri fleiri prísbólkum

  • Mixrabattir/avsláttur á útvaldum vørum

  • Fleiri gjaldssløg pr. avgreiðslu t.d um kundin ynskir at gjalda bæði við FR-korti og kontant.

  • Gávukort: Tað framgongur av kassarapportini hvussu nógv gávukort eru móttikin ella seld.

  • Lokalur databasi - kassin kann koyra heilt sjálvstøðugt. Kassin verður tí ikki ávirkaður um servarin verður sløktur.

  • Vøruteljing: Kassin kann nýtast til vøruteljing har øll vøran verður skanna ígøgnum kassan á sama hátt sum vanlig søla. Síðani kann ein samla uppteljingarrapport skrivast út úr Projectstyringini.

 

Image Module