Um P/F Tera

Tera er ein fyritøka við bústaði í Runavík, men við kundum kring allar Føroyar. 

Í Tera leggja vit okkum eftir at veita eina góða og trygga tænastu í tøttum samstarvi við kundan. Endamáli er at veita heildarloysnir til smærri fyritøkur. Harumframt gera vit eisini partvísar loysnir til størri fyritøkur.

Kundarnir hjá okkum eru í høvuðsheitinum, eftir Føroyskum viðuskiftum, smærri og miðalstórar fyritøkur. Vit leggja okkum eftir at veita okkara kundum ráðgeving og tænastu innan telduøkið í samband við at vit selja útgerð bæði til heimabrúk og til vinnubrúk.

Í Tera arbeiða vit eftir hugsjónini, at einans í einum tøttum samstarvi við viðskiftafólkið, og við at lurta eftir og laga seg eftir ynskinum hjá teimum, kunnu vit menna samstarvi og lysa tørvin hjá viðskiftafólkinum. Tí verða tygum sum viðskiftafólk hjá Tera tikin við uppá ráð frá fyrstu løtu og til uppgávan er liðug.

Haraftrat leggja vit okkum eftir altíð at verða tilreiðar at gera broytingar og tillagingar eftir ynski. Øll forrit okkara eru brúkaravinarlig, og viðskiftafólk okkara fáa altíð vegleiðing í at nýta forritið frá okkum. 

Í Tera síggja vit framtíðina sum eina stóra avbjóðing. KT-vinnan mennir seg við rúkandi ferð, og møguleikarnir eru nærum óendaligir. Vit arbeiða støðugt við at menna núverandi forrit og gera nýggj forrit, sum gera gerandisdagin hjá okkara viðskiftafólki lættari.

Image Module