Success message
Error message
Okkara KT-tænasta hjálpir bæði einstaklingum og fyritøkum at stýra trygt ígjøgnum tær tøkniligu avbjóðingarnar, so tú fært sum mest burtur úr tína tøkni og slepst undan óneyðugum steðgi.
Frá hjálp við trygd og til skjóta feilfinning og uppsetan, er okkara serfrøðingatoymi til reiðar at hjálpa tær við tínum KT-avbjóðingum.
Lat okkum taka okkum av tøknini, so tú kanst røkka tínum málum .

Ynskir tú at betra um trygdina á tíni fyritøku, eru vakmyndatól eitt hent amboð. Tínir fyrimunir við at velja vakmyndatól eru, millum annað:
Fyribyrging móti stuldri og herverki.
Tryggari starvsfólk
Minka um svinn
Skjalprógvan av hvat veruliga hendi, um innbrot ella annað óheppið er farið fram.
Tá vit seta vakmyndatól upp, eiga serlig merki at vera sett upp á bygningin, ið boða frá vakmyndatólunum. Hetta, síggja vit, hevur stóran fyribyrgjandi virkna.
Tú hevur møguleika fyri at rita inn á telduna og/ella fartelefonina og síggja beinleiðis myndir frá tínum vakmyndatólum.
Skipanin, ið vit umboða, er sera framkomin, bæði tá tað snýr seg um dygd, trygd og myndagóðsku.
Ver vælkomin at seta teg í samband við okkum til eitt óbindandi prát um tín tørv

Dátur eru nakrar av dýrabastu ognunum hjá eini fyritøku, men hvat hendir, um tær knappliga hvørva? Antin tað skyldast tekniskum breki, menniskiliga feilum ella álopum uttanífrá, so er eitt dagført trygdaravrit munurin millum ein lítlan steðg og eina katastrofu.
Verja móti ransomware: Við einum góðum avriti kanst tú endurstovna skipanirnar uttan at rinda loysigjald.
Smidligur rakstur: Um óhappið hendir, tryggjar rætta loysnin, at fyritøkan skjótt er koyrandi aftur.
Vit hjálpa tær at seta upp sjálvvirkandi og tryggar backup-loysnir, ið hóska til tín tørv – antin tað er í skýnum, lokalt ella eitt bland av báðum.
